Kim Durhuus, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum nakrar fyrispurningar um afturbering av ymiskum avgjøldum fyri inn- og útfluttum bilum.
Hann vísir á, at tey seinastu árini er ferðafólkatalið í Føroyum økt munandi, og hevur tað viðført, at fleri og fleiri leigubilar eisini eru komnir út á vegirnar at koyra. Hesir leigubilar fáa afturbering úr landskassanum.
– Hetta kann undra almikið, tí eitt av endamálunum við ferðavinnuni er jú at fáa øktar inntøkur – eisini til landskassan.
– Tískil má staðfestast, at talan er um eina heldur ivasama skipan, sum letur upp fyri, at MVG-frítøkan kann nýtast til onnur endamál enn tað, hon er ætlað til, sigur løgtingsmaður, sum tí setir Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum hesar spurningar:
1. Hvussu nógvir nýggir leigubilar vórðu skrásettir í Føroyum í 2021, 2022 og
2023?
2. Hvussu nógv hevur landskassin goldið í MVG-afturbering fyri hesar bilar í
2021, 2022 og 2023?
3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um MVG afturbering á leigubilum?
4. Hvussuu nógvir bilar eru útfluttir úr Føroyum í 2021, 2022 og 2023?
5. Hvussu nógv hevur landskassin goldið aftur í virðisgjaldi fyri hesar útfluttu
bilar í 2021, 2022 og 2023?
6. Hvussu nógvir av hesum bilum vóru yngri enn 1 ár í 2021, 2022 og 2023?
7. Hevur landstýriskvinnan ætlanir um at endurskoða reglurnar um afturbering av
virðisgjaldi, tá bilar verða útfluttir úr Føroyum?
Landsstýrisfólk hava tvær vikur at svara grein 52a fyrispurningum frá løgtingsfólki.