– Tað tykist næstan, sum vit eru við at missa tamarhaldið á korona smittuni. Fyrradagin vóru 38 smittutilburðir, og leysatíðindi eru um, at sera nógv vóru staðfest positiv í gjár.
Tað skrivar Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, á Facebook.
– Veit væl, at fólk eru troytt av korona. Hinvegin er hetta ein smitta sum má takast í álvara, sigur hann.
Christian Andreasen sigur seg ongantíð hava skilt, hví vit steðgaðu at testa við landamørkini, áðrenn koppsetingin var liðug. Hetta var annars ein skipan, sum riggaði væl, og vit høvdu tamarhald á smittuni. Og hann heldur fram:
Nú tykist ørvísi. Vit eru kanska við at missa tamarhaldið, og tað er ikki gott.
Mæli til, at myndugleikarnir beinanvegin seta koronutilmælir í gongd aftur, eisini testing við landsmørkini og at hettar verður gjørt í minst 1 mánað. Alt fyri at gera eina roynd at fáa smittuna undir kontroll.
Kanningarnar við komu eiga at vera ókeypis, tí landið rindar allíkavæl fyri allar kanningar sum nú verða gjørdar innanlands, sigur Christian Andreasen.