­ Tingmaðurin átti at verið útkoyrdur

Advokaturin er ikki í iva. ­ Tað líkist ongum at ein tingmaður ber seg soleiðis at á tingsins røðarapalli. Hevði eg verið tingformaður, var hann koyrdur út úr salinum, til hann hevði sissað seg, sigur Annfinn V. Hansen

Hóast tingformaðurin her á síðuni sigur, at tingfólk bert fáa átalu, um tey bera seg ósømiliga at í tinginum, veit Annfinnur V. Hansen, sum var við til at gera tingskipanina, at fleiri ymsir møguleikar eru.

­ Tað stendur í tingskipanini, at tingfólk skulu vera høvisk og sýna sømiligan og rættan atburð, og at tingformaðurin um neyðugt skal átala ella seta okkurt í verk, fyri at halda góðan tingsið.

­ Tingformaðurin kann átala, men hann kann eisini geva tinglimi karantenu, og kann eisini nokta honum atgongd í tinginum í ein ella tveir dagar, sigur Annfinnur V. Hansen, sum ikki eina løtu hevði umhugsað at víst Marjus Dam út úr tingsalinum, tá hann skræddi lógaruppskotið á røðarapallinum.

­ Tað koma nógv lógaruppskot niðan í tingið, og allir tinglimir taka ikki undir við teimum, men so hava teir møguleika at geva seg til kennis, um teir eru ónøgdir.


Tingið missir sína tign

­ Skal tað hereftir verða vanligt at menn gevast seg til kennis í tinginum á slíkan hátt, er tað undir alt lágmark, við tí avleiðing, at tingið missir sína tign.

­ Tað kann eisini skapa andstygd millum veljarnar, at tingmenn tíggja sær so. Tað hoyrir ikki heima, at teir tosa og føra seg fram, sum vóru teir í einum ølklubba, sigur ein ikki serliga blíður Annfinnur V. Hansen.

Hann samanber tingformannin við leiklutin hjá einum dómara í fótbóltsdysti. Greiðar reglur mugu vera fyri, hvat er loyvt, og tingmenn mugu vita, hvussu langt teir kunnu fara.

­ Tað krevur sjálvandi at tingfólkið er so mikið at sær komið, at tey duga at bera ta tign, ið tey sum tingfólk hava fingið, sigur advokaturin.

Hann heldur kortini, at tann óhøviski tingmaðurin á røðarapallinum týsdagin, ikki hevur skapt virðing fyri tinginum í fólkinum, men at mistakið einamest fellur aftur á hann sjálvan, sigur Annfinnur V. Hansen, sum vónar, at hetta lagið ikki verður gerandiskostur í tinginum.