Tingmaður seldi eina lygn...

– Tað var lygn.
Sosleiðis sigur Reimund Lang­gaard, løgtingsmaður fyri Sam­bands­flokkin, sum fyrr starv­aðist sum seljari hjá Kaup­thing banka í Før­oy­um við Dimma­lætt­ing í gjár.

Hann sigur, at um Kaup­thing banki var til í dag og enn hevði deild í Føroyum, so hevði bankin tapt eina sak móti te­i­mum, sum mistu alt upp á »eur­o­pe­isk part­a­brøv uttan váða«.
Núverandi løg­tings­mað­ur­in ar­beiddi sum seljari hjá Kaup­thing í 2006 og 2007.
Sum løgtingsmaður er hann valdur løg­tings­grann­skoð­ari, sum skal halda skil á lands­kass­a­rokn­skap­i­num. Vón­andi hev­ur hann hepn­ari hond í hesum starvi, og vón­andi lokkar nýggi ar­beiðs­gev­ar­in hann ikki at lúgva fyri veljarunum.