Tingmaður hartar aðalstjóra

Almenn starvsfólk skulu ikki mukka!

– Tað sigur í øllum førum sam­­bands­­­ting­mað­ur­in Helgi Abr­­a­­ham­sen. Og hann hev­ur sæð í Dimm­­a­­lætt­ing, at að­al­stjór­in í Al­­m­ann­a­­ráð­num d­itt­aði sær at fara á mót­mæl­is­fund leyg­ar­dag­in at mót­­mæla blokk-bidd­ing­ini hjá bidd­ara­num av Danne­­brog, Jørg­en Niclasen.

Nú er Helgi Abrahamsen í all­­ari al­­min­­d­­­i­lig­­heit ein siði­­lig­­ur og sátt­ligur mað­ur. Men onkr­­ir »gamal­kommu­nist­isk­ir« tón­­ar hóm­­ast í hes­­ari út­søgnini hjá honum á Face­book:

»Sambært myndafrásøgn í Dimm­a­­lætt­ing tald­ist að­al­­stjór­­in í Al­mann­a­mála­rá­ð­­num millum tey, sum leyg­­ar­­dagin mótmæltu, at blokk­­stuðulin veksur. O.K. so vita vit, hvar vit kunnu spara. Al­m­anna­mál eru helv­tin av fíggj­ar­lóg­ini, og um að­al­stjórin heldur, at pengar ikki mangla, hví skulu vit onn­ur so?«
Hetta er óhugnaligt –?og lít­­ið hug­a­lig politisk dags­skrá hjá fakfelagsfólki at fyri­h­alda seg til.

– Og forrestin... Að­al­stjór­in, sum Helgi Abra­ham­sen mein­­ar við, Eyðun Mohr Han­sen, býr niðri í Vágs­botni, hann er ein av næstu grann­um Nóls­oyar Páls. Hevur Helgi Abr­a­ham­sen spurt hann, um hann var á fundi, ella hann bara kom fram­við á veg til hús?

– Ein umbering hevði sømt seg, góði Helgi Abrahamsen!