Tingmaður er útvarpsstjóri

Jógvan Arge, ið situr á tingi umboðandi Tjóðveldisflokkin sum varamaður fyri Høgna Hoydal, er í løtuni virkandi útvarpsstjóri fyri Jógvan Jespersen, sum er í feriu. Tað er skeivt, heldur fyrrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Beate L. Samuelsen, sum sjálv fór í farloyvi, tá hon varð vald í Tórshavnar Býrað. Tað er einki problem, sigur Jógvan Arge.

Jógvan Arge, programleiðari og varastjóri á almenna fjølmiðlastovninum Útvarpi Føroya, hevur síðan 15. mai í ár umboðað Tjóðveldisflokkin á tingi sum varamaður fyri Høgna Hoydal, landsstýrismann.
Stutt eftir løgtingsvalið fór útvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, í feriu, og síðan tá hevur Jógvan Arge verið virkandi útvarpsstjóri.
Sambært stýrisskipanarlógini mugu løgtingslimir ikki røkja meira enn hálvt starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum, og tí er Jógvan Arge farin niður í hálva tíð, men annars eru starvsviðurskifti hansara ikki broytt.
Sjálvur sær Jógvan Arge ongan trupulleika í at røkja starvið sum varastjóri og programleiðari á Útvarpi Føroya samstundis sum hann røkir embætið sum løgtingslimur.
- Eg dugi ikki at síggja hví tað skal vera eitt problem. Eg gangi út frá at eg havi lov til at hava eitt alment starv við síðuna av løgtingsarbeiðinum. Eg hugsi ikki at eg kann verða koyrdur frá av tí at eg nú siti í Løgtinginum. Nakað annað er so um stundir vera til at røkja mítt borgarliga starv afturat løgtings- og býráðsembætinum. Tað dugi eg ikki at siga í dag. Tað fer tíðin at vísa, sigur Jógvan Arge.


Kann skatans koma í trupulleikar
Formelt er heldur einki galið við at røkja eitthvørt starv við síðuna av løgtingsembætinum, men fleiri dømi eru um, at fólk í føroyska fjølmiðlaheiminum hava tikið seg aftur, tá tey hava fingið politisk embæti at røkja.
Tað ætlar Jógvan Arge ikki at gera.
- Tað burdi hann gjørt, heldur Beate Samuelsen, fyrrverandi ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting. Beate L. Samuelsen valdi at fara í farloyvi frá blaðstjórastarvinum og gerast vanlig blaðkvinna, tá hon varð vald í Tórshavnar Býráð í november 2000.
- Man kann saktans koma í trupulleikar av at hava eitt leiðarastarv við síðuna av politiksum arbeiði, kanska serliga í fjølmiðlaheiminum. Tá hevur man eftir mínum tykki skyldu at velja sítt fólkavalda politiska embæti fram um og lata hitt liggja. Man kann ikki røkja tvey slík størv, heldur ábyrgdarblaðstjórin í farloyvi, sum heldur at Jógvan Arge burdi verið farin frá sum varastjóri, longu tá hann varð valdur inn í Tórshavnar Býráð. At ein tingmaður røkir starvið sum programleiðari í Útvarpi Føroya sær hon hinvegin ongan trupulleika í.

Persónlig meting
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, vil hvørki gera viðmerkingar til hvat hann persónliga ella sum floksformaður heldur um at varamaður hansara í løtuni røkir starvið sum útvarpsstjóri.
- Flokkurin tekur ikki støðu til hvat tingmenn takast við uttan fyri tingarbeiðið. Tað má vera ein persónlig meting hjá hvørjum tingmanni sær, um hann metir seg megna at halda sínar leiklutir atskiltar, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal var sjálvur tíðindamaður fyri Sjónvarp Føroya, áðrenn hann valdi at fara inn í politikk. Men við avgerðini um at lata seg stilla upp til løgtingsvalið, boðaði Høgni Hoydal frá, at hann ikki longur metti seg kunna røkja starvið sum tíðindamaður.
- Tað var ein prinsipiel avgerð, sum eg tók ta løtuna eg valdi at gerast limur í Tjóðveldisflokkinum og soleiðis fara upp í partapolitikk. Tá metti eg, at uttan mun til um eg varð valdur ella ikki, so kundi eg ikki venda aftur til eitt starv sum tíðindamaður við politikki sum arbeiðsøki.
Høgni Hoydal vil tó ikki draga paralellir millum sína støðu og ta støðuna, sum Jógvan Arge er í, tí Jógvan Arge arbeiðir ikki sum tíðindamaður.

Avgerð tikin 1. juli
Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, hevur enn ikki tikið støðu til, um starvið hjá Jógvan Arge í Útvarpi Føroya skal broytast, nú tað er greitt at hann helst verður sitandi sum tingmaður hetta valskeiðið. Hann fór í feriu áðrenn sitandi samgonga varð skipað og tað gjørdist greitt, at Jógvan Arge fór at sita sum varamaður fyri Høgna Hoydal, og tí hevur støðan ikki verið viðgjørd, sigur Jógvan Jespersen.
- Men eg komi aftur til arbeiðis 1. juli, og tá verður ein avgerð tikin, sigur útvarpsstjórin, sum beinanvegin tað gjørdist greitt, at Jógvan Arge var uppstillaður til løgtingsvalið, valdi at loysa hann frá programleiðarastarvinum í tíðini fram til valið.
- Tað var fyrstu ferð at vit komu í ta støðu, at ein programleiðari var uppstillaður til løgtingsval. Nú eru vit so í tí støðu at programleiðarin og varastjórin situr sum fólkavaldur í løgtinginum. Hvat tað viðførir taka vit støðu til so skjótt eg komi aftur til arbeiðis, sigur Jógvan Jespersen.