Tingmaður: Aftur til gomlu fólkaskúlalógina

Jógvan á Lakjuni heldur, at einki samsvar er millum kostnaðin av nýggju fólkaskúlalógini og nyttuna, hon ger

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, mælir nú landsstýrismanninum til at seta gomlu fólkaskúlalógina í gildi aftur.

? Løgtingið hevur samtykt eina nýggja fólkaskúlalóg uttan at hava hóming av, hvat hon kostar. Nýggja lógin fer eftir øllum at døma bert at kosta meira pengar, uttan at næmingarnir fáa meira burtur úr, sigur Jógvan á Lakjuni við Dagblaðið í gjár.

Tí heldur tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum, at skilabest hevði verið at setta gomlu fólkaskúlalógina í gildi aftur.

Nýggja fólkaskúlalógin er kjarnin í stríðnum millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið, sum hevur við sær, at verkfall er í fólkaskúlanum.


Virkar ikki eftir ætlan

? Trupulleikin við nýggju fólkaskúlalógini er, at eingin veit, hvat hon gongur út uppá. Hetta er ein donsk lóg, sum vit hava umsett og gjørt til føroyska lóg, ístaðin fyri at laga eina nýggja lóg til føroysk viðurskifti, sigur Jógvan á Lakjuni við Dagblaðið.

Jógvan á Lakjuni heldur, at næmingarnir eru verri fyri, heldur enn at vera betri fyri undir nýggju fólkaskúlalógini, og tí heldur hann, at tað eigur at verða viðurkent, at lógin ikki virkar eftir ætlan, og at ein heilt nýggj viðgerð skal fara fram um fólkaskúlalógina.

? Ímeðan kunnu vit passandi seta gomlu fólkaskúlalógina í gildi aftur, sigur Jógvan á Lakjuni við Dagblaðið.