Bretska andstøðan og fleiri konservativir tinglimir hava í dag atkvøtt fyri, at tingið í morgin yvirtekur skránna í Undirhúsinum.
Undir atkvøðugreiðsluni søgdu 328 ja, meðan 301 søgdu nei.
Endamálið við at yvirtaka skránna er at fáa í lag eina lóggávu, sum blokerar fyri einum brexit uttan avtalu.
Í morgin fer tingið soleiðis at atkvøða um eitt lógaruppskot, sum nakrir tinglimir hava lagt fram. Endamálið við lógaruppskotinum er at forða Boris Johnson, forsætisráðharra, í at føra bretar úr ES uttan avtalu.
Fleiri konservativir tinglimir atkvøddu ímóti tilmælinum hjá konservativu stjórnini í kvøld.
##med2##
Úrslitið verður mett sum ein ósigur fyri Boris Johnson.
/ritzau/Reuters