Tvey tingfólk fáa í hesum døgum løn fyri at renna marathon í New York.
Í hesum døgum eru tingfólkini hjá Tjóðveldi, Sjúrður Skaale og Bjørt Samuelsen í New York, har tey renna marathon, og sambært gerðabókina hjá løgtinginum hava tey ikki biðið varafólk møtt fyri seg á Tingi.
Tingfundur er á skránni alla vikuna, men kortini hava tingfólkini hjá Tjóðveldi ikki biðið varafólkini møtt fyri seg. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vil ikki gera nakra viðmerking til málið.










