Tingingar byrja aftur

Í seinastuni hava norskir semingsmenn roynt at fáa teir stríðandi partarnar í Sri Lanka til samráðingarborðið, og í gjár bleiv kunngjørt, at stjórnin í Colombo og teir tamilsku uppreistrarmenninir hava játtað at senda umboð til Oslo at tingast í næsta mánað.

Umframt norsku semingsmenninar hava umboð fyri ST, ES, USA og Japan roynt at fáa partarnar til samráðingarborðið. Serligi ST-sendimaðurin í Sri Lanka, Yasushi Akashi, sigur við AP, at stjórnin og uppreistrarmenninir hava játtað at tingast uttan at leggja nakrar treytir við. Hann helt tó, at partarnir eiga at vísa góðan vilja við at leggja vápnini alt fyri eitt.

Tað hevur verið ófriðarligt í Sri Lanka í seinastuni, og eina tíð hevur vandi verið fyri, at borgarakríggið skuldi bresta áaftur.