Tingið tosar um at keypa frystan fisk úr útlondum

Júst sum føroysk skip hava landað fleiri hundrað tons av frystum fiski uttanlands til virkingar har, fer Løgtingið at tosa um at keypa frystan fisk úr útlondum.

Í Løgtinginum hava tingfólk kært seg um, at nøkur av frystiskipunum, sum vóru á Flemish Cap, seldu fiskin uttanlands, og at kvotan tí ikki kom teimum føroysku fiskavirkjunum og arbeiðsfólkinum har til góðar.

 

Í dag fer Løgtingið aftur at tosa um frystan fisk, men hesaferð snýr tað seg um at útvega stuðul til at keypa frystan fisk úr Noregi og triðjalondum til at virka á føroyskum flakavirkjum.

 

Tdesember. Talan er um eit uppskot til samtyktar, sum heitir á landsstýrið at kanna, að var Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, sum legði uppskotið fram tíðliga í hvussu stuðul kann latast til at keypa útlendskan frystan fisk til virkingar í Føroyum.

Í viðmerkingunum vísti tingmaðurin á, at fleiri av teimum smærru virkjunum høvdu lítlan og ongan fisk, og at tey kundu fingið gagn av frystum norskum ella triðjalandsfiski.