Tingið í summarfrí í morgin

Fyrst skulu 20 mál endaliga avgreiðast, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.

Í morgin er eftir ætlan seinasti tingfundur í hesi tingsetuni, og fer løgtingið tá í summarfrí.

 

Enn eru tó nógv mál, ið skulu avgreiðast áðrenn tingmenn sleppa til hús. Á skránni í dag eru seks mál, sum eru til triðju viðgerð, meðan 12 mál eru til aðru viðgerð. Harumframt eru eini átta mál, sum ikki eru komin aftur úr nevnd, og tí skulu hava bæði aðru og triðju viðgerð, áðrenn tingið fer til hús.

 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar tó, at tingið verður liðugt við viðgerðirnar í morgin.

- Nøkur av uppskotunum, sum eru til aðru viðgerð, fella burtur eftir atkvøðugreiðsluna í dag, so øll 12 koma tí ikki til 3. viðgerð í morgin. So allarhelst vera færri mál á skrá í morgin enn í dag, sigur løgtingsformaðurin.

 

Hvussu langur tingfundurin í dag verður er óvist, og velst fyrst og fremst um, hvussu nógv tingfólk hava upp á hjarta, sigur Jógvan á Lakjuni.

- Nøkur mál verða uttan iva avgreidd uttan tað stóra kjakið, men okkurt mál er á skrá, sum kann elva til eitt ávíst kjak millum løgtingslimir. Eg vænti tó ikki, at tað verður serliga seint í kvøld, at vit leggja fundin niður, greiðir Jógvan á Lakjuni frá.

 

Millum málini, sum eru á skrá í dag eru broytingar í vápnalógini, sum eru til triðju viðgerð, og málið um at yvirtaka útlendingamál, sum er til aðru viðgerð.

 

Millum málini, sum enn eru í nevnd er uppskotið hjá Høgna Hoydal um at hækka barnaískoyti, umframt uppskotið frá Bjørn Kalsø um nýggja miðlalóg.