Tingið lurtar ikki eftir egnari umsiting

17 atkvøddu ímóti at burturvísa uppskotið um stjórnarskipan - 16 fyri

Tað er eitt ting, klovið í helvt, sum júst nú er farið undir at viðgera uppskotið um stjórnarskipan, sum løgmaður hevur lagt fram.

 

Formansskapurin í tinginum tók undir við umsitingini og mælti til at burturvísa málinum, men tá ið tað kom til atkvøðugreiðslu vísti tað seg, at samgongan atkvøddi ímóti at burturvísa uppskotinum, meðan andstøðan  vildi burturvísa tí.

 

Bæði tingmennirnir hjá samgonguni, sum eru partar av formansskapinum, Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, og Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, atkvøddu ímóti at burturvísa uppskotinum.

 

Formaðurin segði, tá ið tingfundurin var settur, at ongin tingmaður er bundin at atkvøða øðrvísi enn eftir egnari samvitsku.

 

Løgtingið er júst nú farið undir 1. viðgerð av uppskotinum.