Tingið inn í jólavikuna við trettan málum

Tíggju mál eru á skrá, áðrenn 2. viðgerð av uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg verður mánadagin

Í kvøld hava løgtingið og landsstýrið jólaborðhald. Løgtingsformaðurin ætlaði, at síðsti tingfundur í 2018 skuldi vera ídag. Tí ætlanini slepti tingformaðurin fyrr í vikuni.

 

Nú er tingfundur settur at vera mánadagin klokkan 9.30. Trettan mál eru á skrá. Mál nr. 11 á skránni er 2. viðgerð av uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019.

 

Fýra 3. viðgerðir vera, áðrenn 2. viðgerðirnar tørna fyri. Seinnapartin løgdu nevndir álit fram um átta mál, sum fara at fáa 2. viðgerð mánadagin.

Síðsta mál á skránni mánadagin verður fyrra viðgerð av uppskoti til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan. Uppsot til samtyktar fáa tvær viðgerðir.