Fullsett er í Løgtinginum nú nýggj tingseta er byrjað.
Páll á Reynatúgvu, tingformaður, setti tingið og ynskti øllum eina góða tingsetu og mælti tingólkum til at virða tær skipanir, sum tey eru sett at arbeiða eftir.
Fyrsti tingufundurin fer vanliga til ólavsøkurøðu løgmans, men framløga er eisini á skránni.
Vanligt er, at lógaruppskotið um fiskidagar fyri komandi ár, verður lagt fram.










