Ongin fótbóltsdystur kann rúma tað drama og tær lagnur sum eitt valkvøld. Tað var sum at síggja eitt lið óvæntað tapa ein tryggan heimadyst at síggja sambandsborðið í Norðurlandhúsinum. Hóast hann sjálvur helt málið hjá sambandinum reint, var Kaj Leo Johannesen ikki nakar fegin maður. Liðformaðurin hjá honum hevði nevniliga sett bóltin trygt í netið ? tað skeiva netið.
Halleluja
Miðflokkurin vann tað, sum sambandið misti. Uppá boðskapin um, at "tað eru ikki okur, sum stðra hjulinum" fekk Jenis av Rana ein síðumann í tinginum. Tað var tann tíðin, tá teir kristiligu flokkarnir fingu 4 mans á ting, men minkaðu so niður í tann eina og vóru á markinum at rúka út. Men miðflokkinum eydnaðist miðvíst at byggja eitt nðtt lið. Hetta gjørdu tey við at sleppa sær uppí samgongu, markera seg tððiliga uppá kjarnumálini sum fosturtøku og nei til samkynt parlag, og vera báðu megin tjóðskapargjónna við samstundis at vilja hava størri sjálvstðri og størri blokk.
Samfelagshjulið
Millum størstu persónlig stemmuslúkar gjørdist Jóhan Dalsgaard í Kollafirði (sum er systkynabarn mítt, halda tit ikki vit líkjast?). Teir báðir Jóhan og Rubek Lillå, vístu seg at vera millum teir gløggastu eygleiðararnar til hetta valið. Eg vóni vit síggja teir aftur, um ikki sum valevni, so sum alternativ til Øssur Winthereig og Jógvan Mørkøre. Analysan við samfelagshjulinum var fantastisk, og er tí endurgivin her í blaðnum.
Veljarin segði kortini við teir báðar, at so stuttligt var tað heldur ikki. Sum flokkur bleiv Hin stuttligi for stuttur. Sum valevni fekk Jóhan Dalsgaard tó fleiri atkvøður enn nógvir av teimum, ið valdir vórðu ? skipanin hjá teimum gomlu flokkunum bjargaði... teimum gomlu flokkunum.
Fólkaflokkurin
Fólkaflokkurin mátti tola, at tveir politiskir ludo-prikkar hjá honum vórðu slignir út í farna valskeiði. Hesir fingu báðir globus á valinum fyrradagin. Bæði Jørgen Niclasen og ikki minst Anfinn Kalsberg, løgmaður, gjørdust pínslaváttar í egnu valdømum sínum. Lokali veljarin upplivdi, at teirra menn høvdu roynt sítt besta, men vórðu steinaðir fyri mál, sum teir ikki høvdu ávirkan á nú, tí tey so ella so lógu afturi í fortíðini.
Aðrastaði, serliga í Suðurstreymi, misti fólkaflokkurin uppá tað politiska reinføri. Veljarin í Havn hevur ikki sama treytalesa tokka til Anfinn sum tann í Klaksvík, og í bakklókskapi kundi fólkafloksfólk nú kanska ynskt, at ?skjót journalistin? førdi til, at Anfinn lat onkran annan koma framat ? og framvegis skoraði í Norðoyggjum. Hvør hesin annar einaferð skal vera fingu vit eitt gott boð uppá í gjár. Bjarni Djurholm hevur lagt seg á odda í úttøkudystunum hjá lista A.
Sambandið
Við hemmiligum vallyftum, prosentrokning sum tá Adolf Hansen var á døgum, við at gloyma, hvat stóð í valskránni, við skúlagentubriksli, boðskapi um góða pensjón til studentarnar á Kambsdali og øðrum fadesum tapti Lisbeth L. Petersen henda dystin eftir at hava verið á odda við 10 tinglimum í meiningakanningum.
Seinast val var, fekk sambandflokkurin eitt gott úrslit uppá at vera ímóti fulveldisgongdini. Orsaka av, at hinir taptu, vann sambandið. Hesuferð royndi sambandsflokkurin seg við einum uppleggi, sum skuldi vinna teimum sigurin. Veljarin tyktist tó meiri upptikin av, hvussu vælferðin skal virka enn at fáa loyniligan skattalætta.
Umframt liðformanninum, sum skuldi havt tikið sær eitt taktiskt forkølilsi, var eisini galið við uppstillingini. Sambandsflokkurin megnar at savna veljarar í kanningum, men tá føroyingar velja persónar líka nógv sum flokkar, má ein flokkur vísa á nøkur valevni, sum øll hesi prosent í kanningunum kunnu fara til. Í Vágum, í Suðri, í Norðoyggjum og í Suðurstreymi skuldi sambandsflokkurin havt skora, men uppstillaða liðið var ov veikt.
Sambandsflokkurin hevur eisini eftir danskari fyrimynd valt ikki at gera tað stóra í andstøðu, men heldur bíða eftir sigrinum, og síðani stðra landinum. Boðið hjá lista B uppá framtíðina gjørdist ov jánkasligt.
Javnaðurin
Aftur á hesum sinni gjørdist tað ógjørligt hjá javnaðarflokkinum at sameina samband og sjálvstðri. Javnaðarflokkurin hevur tað ótrúðliga trupult, so leingi veljarar hansara eru ósamdir um, hvønn veg tað skal ganga í sjálvstðrismálinum. Samanumtikið vardi flokkurin tó borg, og um hann gevur veljaranum og ynski hansara um eina framhaldandi, hóvliga sjálvtðristilgongd ans, kunnu vælferðarspurningar koma meira fram á øðrum sinni.
Jóannes Eidesgaard persónliga var politiskt reinsaður og kann saktans gerast vinnari í endaspælinum.
Sjálvstýrið
Tað er líkt til, at sjálvstðrisflokkinum kortini fer at unnast at uppliva 100-ára dagin í 2006. Men, ringt er tó meta um, hvar sjálvstðrisveljarin er, tá veljarakanningar verða gjørdar. Kanska eru teir so gamlir, at teir náa ikki at taka telefonina, kanska hoyra teir ikki telefonina í egningarskúrðinum ella til útróðrar.
Eisini hjá sjálvstðrinum var uppstillingin ov veik. Malan Johansen gjørdi eina øgiliga debut á politiska vøllinum, men manglaði onkran at sentra til í Suðurstreymi. Í Norðoyggjum skal okkurt gerast í yngru deildunum, um ikki sjálvstðrið skal enda sum tað reina old-boys.
Tjóðveldið
Hóast hansara lið bert fekk javnleik, var Høgni Hoydal móttikin í tjóðveldisleguni, sum hevði hann skorað ímóti Tðsklandi. Saman við Jóannes Eidesgaard kláraði Høgni Hoydal seg best av teimum seriøsu formonnunum í valstríðnum.
Veljarin skilur ikki rættiliga, hví Høgni altíð vil vera við, at tíðin at taka seg úr danska ríkinum er júst nú. Men veljarin hugsaði seg helst um, tá útlit vóru fyri eini ?Heimastðri Classic? samgongu.
Hin stuttligi flokkurin virkaði eisini sum avleiðari fyri proteststemmurnar. Heldur enn at fara til sambandsflokkin ella javnaðarflokkin, valdu nøkur prosent í staðin Jóhan.
Javnleiksigurin hjá tjóðveldinum kann sigast við orðunum: "vilt tú heldur hava alt hetta (og so remsaðu tey upp ítøkilig úrslit og mál)... ella lægri skatt á grønar keks?".
Hevur Høgni Hoydal eisini skilt, at tað skal ganga so líðandi omaneftir sjálvstðrisánni, so kann hann enn sleppa undan at enda sum Ellintur Patursson og Finnbogi Ísakson, undanfarnu formenninir, sum ongantíð blivu politiskir føroyameistarar.
Lítil Fynd í
Skal nakar forklára seg í dag, er tað Fynd. Eg eri ikki matematikari, men antin er okkurt galið við vektingini hjá Fynd, ella er veljarin ótrúliga besnissaður og svarar taktiskt... ella kanska veljarin bara umbestammar seg. Í øllum førum eru tær Fynd?ugu eygleiðingarnar um, hvat, hví og hvussu veljarin ger, ikki heilt eftirfarandi.
Mítt egna git er, at veljarin veruliga var hugaður fyri sambandinum, men so hvørt sum bæði uppstilling, spælið á politiska vøllinum og rakstarrópini skuffaðu, gingu fólk í seg sjálvi og fóru aftur í tey áskoðarplássini, haðani tey komu. Veljarin í Vágum t.d. savnar seg, tá til stykkis kemur um tey mest sannlíku valevnini í teimum trimum stóru bygdunum ? og skuldi sambandsflokkurin fáa bæði stigini í Vágum, kravdust onnur fólk. So einfalt er tað.
Fantasktiskt kvøld
Sum ein av Føroya størstu val-fjepparum, hevði eg sjálvur ein fínan dag. Heima hjá ?sviger? løgdu vit riv í ovnin og savnaðu skyldfólk saman. Síðani fór eg niðan í Norðulandahúsið vegna Tinghelluna og fekk eitt prát við leikarnar á ymsu liðunum.
Sum rætt og rímiligt er, fór eg at frittast, hvussu stemningurin var á borgini hjá tjóðveldinum. Jú, har var gott lag. Høgni Hoydal mátti brúka megafon fyri at hoyrast í múgvuni, og dansurin gekk so lystiliga. Mangstaðni í Havn og kring alt langið var eisini opið hús, bæði hjá valdum og vrakaðum. Føroyingar eru serstakt fólk eisini á tí økinum: ein og hvør tykist vælkomin allastaðni! Onkur segði fyri mær, at mong høvdu leita sær niðan til Jenis í Sóljugøtu ? til ein sterkan temunn.
Eitt uppskot havi eg tó til nývalda tingið: tá næstan 100% av øllum veljarum fara á val og sita uppi út á náttina at bíða eftir landsúrslitinum ? kundu tit so ikki gjørt dagin eftir val til hálvan frídag?
Samgongumøguleikar
Ein klókur maður segði einaferð, at veljarnir bara eru frælsir eina ferð fjórða hvør ár (ella oftari her hjá okkum) ? tá teir fara á val. Tingmenn eru somuleiðis bert frælsir fjórða hvørt ár ? tá teir skipa samgongu. Vit fara sjálvsagt at hyggja nærri at samgongum í komandi Tinghellum. Men, longu nú kunnu vit siga, at valúrslitið er sum steypafinalan ? ein dystur avger úrslitið. Afturímóti er samgonguskipan sum landskappingin ? fleiri úrslit samanløgd geva endaligu støðuna.
Hyggja vit aftur til valið í 1980, so vann sambandsflokkurin valið og fór frá 5 uppá 8 tingmenn. Hóast tað, so endurskipaðu hinir stóru flokkarnir ACE-samgonguna uttanum sambandið. Tilsvarandi í dag vildi verið ein ABC-samgonga, helst við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni. So sjálvt við sjálvmálinum hjá Lisbeth kunnu sambandið og javnaðurin vinna landskappingina, um Høgni tapir samgongudystin.
BOKS:
Samfelagshjulið
Analysa lænt frá Johan í Kollafirði
A ? Fólkaflokkurin ? vildi hava hjulið at mala so skjótt sum gjørligt.
B ? Sambandsflokkurin ? vildi mála hjulið reytt og hvítt og fáa onkran annan at koyra ferð.
C ? Javnaðarflokkurin ? vildi kasta lasso á tey, sum duttu av hjulinum, og lata tey hanga afturúr.
D ? Sjálvstðrisflokkurin ? var blivin í ørviti inni í hjulinum.
E ? Tjóðveldisflokkurin ? vildi hava okkara egna hjul.
H ? Miðflokkurin ? visti, at tað ikki eru okur sum stýra hjulinum.
K ? Hin Stuttligi Flokkurin ? vildi seta ein kepp í hjulið.