Tinghúsið nýggjan ham

Í fyrstu syftu verður tinghúsið bert broytt uttan. Seinni er ætlanin at broyta tinghúsið innan eins og at gera løgtinginum høli í telefonverksbygninginum

 

Arbeiðið við at skifta klædningin á Tinghúsinum er nú um at vera liðugt. Talan er kortini bara um fyrsta byggistig, sum umfatar arbeiðið at skifta klædningin og at gera eina slisku í norðurendanum, soleiðis at fólk í koyristóli sleppa inn í tinghúsið.

Men ætlanin er kortini størri enn so. Upprunaliga var eisini ætlanin í fyrsta byggistigi at taka niður tornið á bygninginum hjá Telefonverkinum, men hetta er kortini útsett.

Annað byggistig umfatar innrætting av tinghúsinum, millumbygning millum Telefonverkið og Løgtingið og innrættan av ovastu hæddini á Telefonverksbygniginum.

Triðja byggistig fevnir um at gera restina av Telefonverksbygninginum til umsitingarhøli hjá Løgtinginum. Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni sigur tó, at alt hetta kortini ikki er greitt enn, tí áðrenn støða kann takast til hetta, skal Føroya Tele umskipa allan teknikkin, sum framvegis er í bygninginum við Tinghúsvegin.


Tinghúsið og telefonverkið knýtast saman

Enn er heldur ikki greitt, hvussu tinghúsið og telefonverksbygningurin skulu knýtast saman. Eitt uppskot er at gera eina millumbygning úr glasi, sum samstundis skal hýsa høvuðsinngongdini til løgtingið. Annað uppskot er at gera eina gongd undir jørð millum telefonverksbygningin og kjallaran í tinghúsinum. Bygginevndin hevur fund um málið í dag.

Høvuðsinngongdin hjá tingmonnum verður fyribils í sama stað, sum hon hevur verið í suðurendanum. Men tá tinghúsið endaliga verður liðugt, verður tann inngongdin norðanfyri, og tá verða bert tvær størri glashurðar í suðurendanum, sum kunnu nýtast sum inngongd í serliga hátíðarhald, eitt nú á ólavsøku, sigur Súsanna Danielsen.


Eisini misnøgd í 1907

Tinghúsið fer nú aftur at líkjast tinghúsinum, soleiðis sum tað sá út aftan á um- og útbyggingina í 1907. Seinast í sjeytiárunum varð tinghúsið aftur umbygt, og varð tað tá takt við flag, eins og vindeygu og klædningur vórðu skift.

Nógv orðaskiftið hevur verið um útsjóndina á tinghúsinum - og um, at formansskapurin ætlaði at taka tinghúsið burtur. Henda ætlan er koritni slept, tó at formansskapurin hevur stórar umbygginar í umbúna.

Men tað var eisini mikið orðastríð um útsjóndina á tinghúsinum í 1907. Tá hildu menn, at tað sømdi seg lítið at klæða tignarliga tinghúsið við rukkublikki og vístu á, at munur var á Havnar Kommunu sum í fá ár framman undan hevði latið bygt stásiliga kommunuskúlan, sum varð laðaður við gróti.

Tinghúsið er bygd í 1854 at hýsa nýggja løgtinginum, sum varð endurreist í 1852. Gamla løgtingið varð niðurlagt í 1816, tá Føroyar gjørdust amt, og endurreist sum ráðgevandi stovnur hjá donsku ríkismyndugleikunum viðvíkjandi stýringini av Føroyum.

Fyri 1816 og frá 1852-54 helt Føroya Løgting til í tingstovuni í Gongini, har Landsbanki Føroya nú heldur til.