Tinghúsið í Kekenia álopið

Minst trý fólk doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður og tveir aðrir menn luppu á tinghúsið í kekenska høvuðsstaðnum Grosnij í morgun. Tað skrivar russiska tíðindastovan RIA. Tíðindastovan skrivar, at fyrst var ein spreinging uttan fyri tinghúsið, og aftaná var skotbardagi millum tveir uppreistrarmenn og trygdarmenn.

Fyri løtu síðani skrivaði Interfax, at álopsmenninir eru deyðir.

Russisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir sagt, at uppreistrarmenninir í Kekenia eru niðurbardir, men eygleiðarar siga, at veksandi ófriður teir seinastu mánaðirnar vísir, at russar hava ikki fult tamarhald á støðuni í Norðurkaukasus.