Tingfólk hava brúkt fyrrapartin at tos aum nýggja havrannsóknarskipið.
Fyri at sáttmálin kann endaliga undirskrivast við MEST so er neyðugt, at tað verður gjørt áðrenn hálvan september., men tingið er ikki saman fyrstu vikurnar í september, so ætlanin er at fáa málið avgreitt í dag.
Til tess er neyðugt at víkja frá tíðarfreistini og til tess er neyðugt við einari atkvøðugreiðslu. Tingfomaðurin hevur sagt, at hon verður eftir viðgerðina av málinum.
Tað vil siga, at tað verður tað fyrsta sum hendir á fundinum klokkan 13.