Tingfundurin í morgun byrjaði ikki við einum misáliti á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, ið hevur orðað misálitið, upplýsir fyri Miðlahúsinum, at andstøðuflokkarnar enn tosa sínamillum, men at misálitið ikki er klárt enn.
Hann upplýsir tó, at misálitið ikki er tikið aftur, og at tað er væl møguligt, at tað verður lagt fram einaferð seinni í dag, men sum nú er, so verður tingfundurin ikki avbrotin av einum misáliti.
In.fo fylgir málinum.










