Tingfundur verður í morgin

Í morgin verður aftur tingfundur. Seinasti tingfundur var hin 30 august, tá tingið atkvøddi um fyrispurning frá Jóannes Eidesgaard til Helenu Dam á Neystabø viðvíkjandi sjúkraflutningi við tyrlu komandi vetrarhálvu. Tingið samtykti tá, at spurningurin skal svarast.

Á skránni tá var eisin uppskotið um setan av stjórnarskipanarnevnd.

Á tingfundinum í morgin er eittans mál á skránni: Framløg.

Tað verður komandi fíggjarlógin, sum verður løgd fram, og hevur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri m. a. boðað frá, at hetta verður fyrsta fíggjarlóg, har fyrilit verður tikið fyri, at Føroyar skulu gerast fullveldi.

Í spenningi verður bíðað eftir uppskotinum.