Tingfundur niðurlagdur: Ov fá til staðar

Tað eru nógv má á skránni í Løgtinginum í dag, men tað hevur eftir øllum at døma ikki serliga stóran áhuga fyri nógv tingfólk. Løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu legði fyri løtu síðan tingfundin niður, tí tað vórðu ikki nóg mikið av tingfólki at avgreiða eina atkvøðugreiðslu.

 

Talan var um mál nummar 108, 3. viðgerð av uppskot til løgtingslóg um broyting í lógum viðvíkjandi persóns-, húsfólka-, og arvarætti.

 

Sambært stýrisskipanarlógini, skulu í minsta lagið verða 17 tingfólk til staðar tá atkvøtt verður, men tað bar ikki til í hesum førinum. Tískil legði tingformaðurin fundin niður, fyribils inntil kl. 13.