Tingfundur haldast í Útvarpinum

Útvarpshøllin verður karmur, tá tingið í aðru viku kemur saman at viðgera eykajáttanaruppskot

John Johannessen


Løgtingsins formansskapur hevur gjørt av, at Útvarpshøllin skal virka sum tingsalur, meðan tinghúsið verður umvælt.

Fyrsti tingfundurin í Útvarpshøllini verður í aðru viku, tá tingið kemur saman at viðgera uppskot frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um eykajáttanarlóg fyri oktober.


Fleiri møguleikar

Formansskapur løgtingsins og umsitingin á Løgtingsskrivstovuni hava havt fleiri høli í kikaranum at halda løgtingsfundir í, meðan tinghúsið verður umvælt.

Millum uppskotini hava Havnar Klubbi og Hotel Hafnia verið nevnd. Men formansskapurin er komin til ta niðurstøðu, at Útvarpshøllin er best egnað.

Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, vísir á, at útvarpshøllin er rúmlig, og tískil kann hon væl hýsa teimum 32 tinglimunum, teimum 7 landsstýrismonnunum, løgtingsskrivarunum, ríkisumboðnum og áhoyrarum.

Eisini vísir Finnbogi Ísakson á, at rúm eru uttan um Útvarpshøllina, hagar tingfólk kunnu leita sær at práta saman. Somuleiðis er Norðurlandahúsið nærhendis og Útvarpið hevur eisini høli, har møguleiki er at halda nevndarfundir.


Umstøður at taka upp

Ein løgtingslóg frá 1981, sum kortini enn ikki er lýst, staðfestir, at allar munnligar umrøður á tingi skulu staðfestast við bandupptøku.

Hóast lógin enn ikki er lýst, hevur løgtingið fylgt hesi lóg.

Í Útvarpshøllini ber sjálvsagt væl til at taka løgtingsfundirnar upp á band, og tað fer eisini at verða gjørt. Men løgtingsformaðurin vísir á, at fundirnir kortini ikki fara at verða sendir afturvið royndarmyndini hjá Sjónvarpinum eins og vanligt.


Myndatekstur:

Rúmliga Útvarpshøllin verður á fyrsta sinni tingsalu í komandi viku

Mynd: Jens Kristian Vang