Tingformenninir í londunum í útnorði Halldór Bløndal, altingsformaður, Edmund Joensen, løgtingsformaður, og Jonathan Motzfeldt, landstingsformaður, hava havt 2. fundin teirra millum.
Fyrsti fundurin millum tingformenninar í útnorði varð hildin í Reykjavík 24. november 2002.
Ætlanin við fundunum er at fremja samstarvið millum tingini í útnorði.
Formenninir hava á fundinum kunnað hvønn annan um parlamentariska arbeiðið í viðkomandi landi og kunnað um politisku støðuna í teim trimum londunum.
Formenninir vóru samdir um, at samstarvið í Útnorð-urráðnum er sera týdningarmikið fyri samstarvið millum tey trý londini og økið sum heild, og vísa í hesum sambandi sín stuðul til eftirmetingina, sum fer fram í Útnorðurráðnum, har tað er ásannað, at eitt gott samband við Norðurlandaráðið og eitt gott sam-starv við stovnar í útnorði so sum NAPA og norðurlandahúsini v.m. er ein partur av grundvøllinum undir einum góðum samstarvi í útnorði framyvir.
Teir vóru samdir um at mæla ráðnum til at seta sambandið við ES á dagsskránna, soleiðis at teir javnan verða verða kunnaðir um, hvussu rákið er á hesum øki í teim trimum londunum.