Tingformanninum dámar ikki Miðflokkin

– Leggið handan bóltin deyðan, eru boðini frá Páll á Reynatúgvu til løgmann og onnur, sum arbeiða við at fáa eina nýggja samgongu saman við Miðflokkinum

– Leggið handan bóltin deyðan!

 

Tað eru boðini, sum hægsti maður í politisku skipanini í Føroyum, Páll á Reynatúgvu, hevur til løgmann og onnur, sum ætlar at skipa samgongu saman við Miðflokkinum.

 

– Má bara siga sum er. At fáa Miðflokkin inn í samgonguna hóvar mær illa. Virðisgrundarlagið sampakkar ikki við politikkin hjá hesi samgonguni, og hesum samgonguflokkunum, skrivar løgtingsformaðurin á Facebook.

 

– Leggið handan bóltin deyðan og roynið loysnina innanveggja, eru boðini frá formanninum, sum í sama viðfangi staðfestir, at alt ber ikki til í politikki.