Tingformaðurin fer at taka seg úr politikki

Jógvan Ingvard Olsen heldur seg vera vornan ov gamlan at vera politikara, og tí verður hann ikki á sambandslistanum í Eysturoy á komandi løgtingsvali

Tá løgtingsval hevur verið eina ferð seinni í hesum hálvárinum, skal ein nýggjur persónur finnast at sita í sessin, sum sambært nýggju stýrisskipanina hevur hægstu tignina í Føroyum.

Jógvan Ingvard Olsen hevur røkt formansstarvið í løgtinginum síðani á ólavsøku í 1996, tá nýggja stýrisskipanin kom í gildi, og nú hevur hann boðað frá, at hann fer ikki at teljast millum teirra, sum møguleiki verður at velja á løgtingsvalinum.

? Eg havi umhugsað spurningin síðani síðsta løgtingsval, og nú er tað nakað síðani, at eg tók endaligu avgerðina um ikki at stilla uppaftur, sigur Jógvan Ingvard Olsen.

Var tað ein løtt avgerð at taka?

? Tá tú hevur brúkt meiri enn 27 ár upp á eitt arbeiðið, sum tær hevur dámað væl, so er tað ikki bara sum at siga tað at gera upp við seg sjálvan og koma til tað, at nú er tíð at gevast. Men tað havi eg so gjørt nú.


Neyðugt við

nýggjum valevni

Leygardagin stevndi Jógvan Ingvard Olsen sambandshugaðum í Nes kommunu til fundar. Umleið tríati fólk savnaðust í skúlanum, og har hoyrdu tey sambandstingmannin, sum hevur umboðað Toftir og sambandsflokkin í Eysturoyar valdømi í løgtinginum síðani 1970, boða frá, at hann hevur gjørt av ikki at lata seg stilla upp á løgtingsvalinum, sum í seinasta lagið verður 7. juli í ár. Fundurin heitti á Jógvan Ingvard Olsen um enn eina ferð at hugsa um avgerðina, men tingmaðurin segði, at avgerðin var endalig. Samstundis heitti Jógvan Ingvard Olsen á fundarluttakararnar um at finna eitt nýtt valevni í Nes kommunu til sambandslistan.

Fundurin tók avgerðina og áheitanina hjá sambandstingmanninum, sum tey síðani 1970 hava valt átta ferðir í løgtingið, til eftirtektar, og til ein komandi fund skulu eitt ella fleiri møgulig valevni finnast.


Aldurin avgerðandi

Tá vit spyrja Jógvan Ingvard Olsen, hví hann hevur valt at taka seg úr politikki nú, so vísir hann til frágreiðingina, sum hann gav á fundinum í skúlanum á Toftum leygardagin:

? Tað er aldurin. 8. juli í ár verði eg 68, og um næsta valskeiðið verður eins langt, sum hetta skeiðið hevur verið, so veri eg næstan 72, tá val verður aftur, og tað vil siga, at eg veri farin fimm ár upp um pensiónsmarkið. At aldursmarkið fyri at verða pensioneraður er sett til 67, man komast av tí, at tað verður hildið, at tá er menniskjan farin um bestu arbeiðsárini. Tað stendur einum og hvørjum frítt at gera av, nær hann ger av ikki at lata seg stilla upp aftur, men eg havi hildið tað verið rætt at gevast, meðan tað bar til at finna úthurðina í løgtinginum, sigur Jógvan Ingvard Olsen.


Heilsan og framtíðin

Tá vit spyrja tingformannin, hvat hann ætlar at fáa tíðina at ganga við, nú hann fer at taka seg úr politikki, svarar hann, at tað fer heilsan at avgera:

? Tíbetur havi eg ongantíð verið arbeiðsleysur, og havi eg heilsuna, so er nóg mikið at takast við.

Jógvan Ingvard Olsen hevur altíð havt áhuga fyri og verið uppi í tí, sum hevur við fiskarí og fiskivinnu í breiðum týdningi at gera. Hann er m.a. ein av ánarunum av línuskipinum Stapanum, og hann er ein av stigtakarunum til nýggju høllina, sum er um at vera liðug á havnarlagnum á Toftum.