Tingformaðurin luttók á 100 ára degi Íslands

Í dag hátíðarhelt Ísland fyrstu 100 árini sum fullveldi og sjálvstøðug tjóð. Ísland bleiv eitt fullveldi, tá grundlógin tók gildi 1. desembur 1918. Ísland bleiv tó verandi undir donsku krúnuni til 1944.

 

Føðingardagurin bleiv hátíðarhildin á Tingvølli, har Altingið var samlað saman við innbodnum gestum. Úr Føroyum luttók løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvi.

- Løtan var sera tignarlig á Tingvøllum í dag, tá Ísland hátíðarhelt fyrstu 100 árini sum fullveldi, og sjálvstøðug tjóð. Saman við almennum gestum úr fjar og nær, var undirritaði boðin við sum umboð fyri Løgtingið, og fyri Føroyar, skrivar hann á Facebook vanga sínum.

 

Hann skrivar víðari, at Føroyar valdu at geva Íslandi tveir fuglar frá listamanninum Tróndi Patursson í gávu.

- Frælsur sum fuglurin, er helst orðatakið sum frægast lýsir frælsið út í æsir. Tí valdi Løgtingið at geva Althinginum tveir fuglar frá listamanninum, Tróndi Patursson. Onkursvegna eru vit systratjóðirnar at rokna sum tveir sveimandi fuglar í norðurhøvum, skrivar løgtingsformaðurin, sum tó ikki megnar heilt at lata tjóðveldisbúnan liggja:

-  Vónandi gongur ikki drúgv tíð, til okkara veingir bera frælsa flogið, endar hann boðini á Facebook.