Edmund Joensen fær ikki undirtøku frá formansskapinum í Løgtinginum fyri uppskotinum um Føroyar sum eitt valdømi, men uppskotið kemur kortini.
Av hinum trimum limunum í formansskapinum er tað bara Óli Breckmann, sum tekur undir við at leggja uppskotið fyri Løgtingið.
Hergeir Nielsen sigur við Útvarpið, at hann heldur tað vera skeivt at draga formansskapin upp í eitt mál, sum fyri stuttum er fallið í Løgtinginum.
Fjórði limurin, Vilhelm Johannesen, tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá formanninum.
Men hóast ósemjuna ætlar Edmund Joensen at koma í Løgtingið við uppskoti um eitt valdømi eftir ólavsøku, eisini sjálvt um meiriluti ikki er fyri uppskotinum í samgonguni.