Tingfólk skulu aftur til arbeiðis í morgin

Í morgin klokkan 11:00 verður ársins fyrsti løgtingsfundur. Fyrsta mál á skránni verður uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, til løgtingslæog um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

 

Lógaruppskotið viðvíkir játtan av 427,6 mió. kr. 2017-2021 til bygging av nýggjum bygningi til Landssjúkrahúsið, ið skal rúma psykiatriskum depli, medisinskum seingjastovum, føðideild, endurvenjingarhølum, nýggjum køki og kantinu og er dagføring av verandi løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 2013 og av løgtingslóg nr. 77 frá 7. juni 2011 og løgtingslóg nr. 129 frá 22. desember 2008.  Hetta málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

Annað uppskot á skránni í morgin er uppskot frá Bjørn Kalsø til samtyktar um, at allar skúlabøkur eisini skulu vera ljóðbøkur. Tað málið verður beint í Mentanarnevndina.

 

Síðani skulu tveir fyrispurningar svarast. Tann fyrri er frá Sonju Jógvansdóttir, sum spyr Henrik Old, landsstýrisman í ferðslumálum um, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrið hevur fyri at røkka nullhugsjónini um, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein í føroysku vegaflutningsskipanini.

 

Tann seinni er frá Annitu á Fríðriksmørk til Kristinu Háfoss um fíggjarligur støuna hjá teimum við lág- og miðalinntøkum.

 

Tingfundur er aftur hósdagin.