Tingfólk harmast

Hoyri og síggi at fólk í samgonguni harmast um, at avtalan, gjørd millum samgongutingfólk, um at avtaka gjøldini í Vága-og Norðoyatunlinum, ikki verður hildin.

 

Einki harmaljóð var at hoyra frá fólki í samgonguni, tá staðfest varð, at avtalan, naglafestísamgonguskjalinum, um at avtaka aldursmarkið, fyri at koma mismuninum vegna aldur til lívs, ikki varð hildin.

 

Tað sigur kanska eitt sindur um raðfesting!?