Tingfólk fáa ikki lønarlyft á hesum sinni

Løgtingið samtykti upprunaliga uppskotið hjá formansskapinum um samsýning og eftirløn hjá tingfólki

Tingfólk fáa einki eyka lønarlyft á hesum sinni. Tað hevur Løgtingið avgjørt í kvøld, tá broytingaruppskotið frá einum meiriluta í serligu grein 25 nevndini, sum viðgjørdi uppskotið frá formansskapinum, hevði mælt til.

 

Tað er formansskapurin í Løgtinginum, sum hevur lagt uppskotið fram.

 

Uppskotið snýr seg í høvuðsheitum um at avtaka serliga munagóðu tænastumannapensjónina, sum tingfólk fáa – tey kunnu upptjena fulla pensjón eftir 16 árum. Við nýggju skipanini fáa tey 15 prosent av lønini at gjalda inn í eina pensjónsskipan, sum vanligt er hjá øðrum fólkum.

 

Atkvøðugreiðslan í Løgtinginum í kvøld endaði soleiðis, tá atkvøtt var um uppskotið frá formansskapinum, sum hevði tikið partin um lønarlyftið til tingfólk burtúr:

 

##med2##

 

##med3##