Mikkjal vil hava Elisabet Vang til AIK Stockholm

Elisabet Vang er í løtuni fysiskur venjari hjá Fredrikstad

Samansett mynd: Aftonbladet

Svenska Aftonbladet, ið kann samanberast við danska BT og norska VG skrivar, at høvuðsvenjarin hjá AIK Stockholm, Mikkjal K. Thomassen vil hava ein føroyskan fysiskan venjara.

 

Talan er um 26 ára gomlu Elisabet Vang, ið tvey tey seinastu kappingarárini hevur verið fysiskur venjari hjá Fredrikstad, ið Mikkjal var høvuðsvenjari hjá fram til í summar. Áðrenn tað var Elisbet fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.

 

Fredrikstad Blad ber eisini søguna, at Mikkjal roynir at fáa Elisabet Vang í starv sum fysiskur venjari hjá AIK Stockholm. Fredrikstad Blad staðfestir tó, at hvørki núverandi arbeiðsgevarin hjá Elisabet Vang, Fredrikstad ella AIK Stockholm hava váttað, at Elisabet fer at skifta arbeiðsgevara í næstum. 

 

Samansett mynd: Aftonbladet