- Tað hevur undrað meg, hvussu ferða- og kostnaðarendurgjaldið hjá tingfólkum verður viðfarið og hvussu órættvíst okkara tingfólk, sum búgva úti um landið, verða viðgjørd bæði av fjølmiðlum, sosialum miðlum og enntá av politikarum.
Soleiðis byrjar Jógvan við Keldu, fyrrverandi tinglimur og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sítt seinasta lesarabræv, har hann roynir at vísa á, at tingfólk uttanfyri Suðurstreymoy hava munandi verri sømdir enn teirra starvsfelagar í Suðurstreymoy.
- Vit eiga at gera okkum greitt, at allir 33 tinglimirnir verða valdir at stjórna landinum, og allir eiga so vítt gjørligt at hava sama rætt, somu møguleikar, fíggjarligar umstøður og atkomumøguleikar til okkara høga løgting, sum er á Vaglinum í Havnini. Arbeiðsplássið er ikki aðrastaðni!
- Eitt tingfólk sum býr úti um landið, í Suðuroy, Sandoy, Vágoy, í Norðoyggjum, fyri sovítt í Esturoynni og í Norðstreymi, hevur ikki somu møguleikar, sum tinglimirnir í Suðurstreymi - langt frá tí, slær Jógvan við Keldu fast.
Fyri at vísa á munin millum tveir starvsfelagar úr ymiskum økjum vísir Jógvan við Keldu til eitt dømi.
- Tinglimur úr Suðuroy fer frá húsum áðrenn kl. 7 á morgni og er aftur heima í fyrsta lagi kl. 19 á kvøldi. Tilber eisini at taka dømi um aðrar landspartar. Hann er bundin at verða í Havnini allan dagin ella so leingi tingfundur er, hevur ongar møguleikar at gera nakað annað. – Tingfundir kunnu eisini gerast styttri, men tinglimurin er framvegis bundin at verða har, til fartur er.
- Tinglimur úr Suðurstreymi hevur møguleikar at koma um morgunin, “stempla inn”, gera “smá ella størri avrik” fyri seg sjálvan í býnum, enntá vera úti “smávegis” í vinnu almennari ella privatari, næstan hava møguleikar við tveimum størvum , kunnu avheinta børn í barnagarði, fara heim til máltíðir um ynskist og mangt, mangt annað!
Fyrrverandi løgtingslimurin vísir á, at tað er júst hesin munurin á tingfólkum, ið liggur til grund fyri galdandi lóg á økinum. At enda hevur Jógvan við Keldu eitt síðsta skot til fjølmiðlar og onnur, ið finnast at ferða- og kostnaðarendurgjaldið hjá tingfólkum.
- Tá kostnaðar- og ferðaendurgjald hjá tingfólkum úti um landið alment verða viðgjørd hevur tað oftast verið so sera grunt og opportunistiskt, at tað hoyrir ongastaðni heima.Við hesi hissini – men tiltrongdu - viðmerking fari eg enn einferð at undirstrikað, at “tingfólk úti um landið og í Suðurstreymi, eiga at hava somu kor”.
Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.