Umboð fyri Sjálvstýrisflokkin, Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi á tingi hava nú stovnað semjusøkjandi arbeiðsbólkar við heitinum Yngri á Tingi og Rættindi á Tingi
Á fundinum var semja um, at bólkarnir hvørki skulu bjóða tingflokkum ella samgongu av, men at endamálið skal vera at uppslýsa og kjakast um mál, sum eru viðkomandi fyri ting- og lógararbeiði.
Á fundinum møttu umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin vóru ikki umboðaðir á fundinum.
Væntandi fara hesir fystu bólkarnir - Yngri á Tingi og Rættindi á Tingi - at hava um 10-12 limir úr í øllum førum fýra ymsum tingflokkum.
Næsti fundur verður um knappa viku, tá verður løgd skrá fyri temafundir og annað virksemið hetta til summarfrítíðina.