Tingfólk, landsstýrisfólk, løgmaður og onnur, ið hava sína dagligu gongd í løgtinginum, sleppa ikki longur at keypa upp á borg í kantinuni í løgtinginum Hetta ger Súsanna Danielsen, stjóri í løgtinginum, greitt í brævi til tingfólk. Hon ger eisini greitt, at tað heldur ikki fer at bera til at gjalda við gjaldskorti ? nú skal gjaldast kontant! Um talan er um vantandi kredittvirði hjá tingfólki, meldar søgan kortini einki um, men tey verða so noydd at hava reiðan pening, tørvar teimum ein kaffimunn...