Tingfólk siga nei til at avtaka tunnilsgjøld

Løgtingsfólk taka als ikki undir við at avtaka gjøldini fyri at koyra gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sjálvt um bæði løgmaður og Jørgen Niclasen hava lovað tað.

Tað vísir eitt spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk.

Tað eru bara seks tingfólk, sum siga »ja«, tá tey verða spurd, um tey eru fyri at avtaka tunnilsgjaldið. Av teimum eru fimm partur av samgonguni og ein úr andstøðuni.

Fýra tingfólk úr samgonguni siga »nei«, og átta tingfólk úr samgonguni vilja ikki svara upp á spurningin.

Tilsamans 13 tinfólk siga seg vera ímóti at avtaka gjaldið, og 13 tingfólk vilja ikki svara.

Bæði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Bárður Nielsen, løgmaður, hava lovað, at tað skal gerast ókeypis at koyra gjøgnum tunlarnar. Men lítið bendir á, at teir megna at innfría hetta vallyftið.

##med2##

Meira er at lesa um málið í Vikuskiftis-Sosialinum.

##med3##