Verður tað sum løgmaður vil, so skulu tingfólk ikki hava fleiri ferðir so nógv ferðaendurgjald, sum vanlig fólk fáa. Men sambært uppskoti frá Jóannes Eidesgaard, so fevnir skerningin ikki um tingfólk. - Tað er ikki rímuligt, at tingfólk fáa fleiri ferðir so nógvar pengar í ferðaendurgjaldi, sum vanlig fólk. Tað kostar tað sama at flyta eitt tingfólk, sum ein vanligan borgara.
Tað segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður við Rás2 fyri løtu síðani. Tað var Sosialurin sum í gjár avdúkaði, at meðan fíggjarmálaráðharrin leggur uppskot fyri tingið um at taka ferðaendurgjaldið frá fólki, sum hava styttri veg enn 25 km til arbeiðis, so varðveita tingfólk sítt ferðaendurgjald, sum er fleiri ferðir so høgt, sum hjá vanligum fólk.
Eitt nú fær ein tingmaður á Viðareiði 81.000 krónur um ári í skattafríum ferðaendurgjaldi, meðan ein annar persónur á Viðareiði, sum arbeiði í Havn, bara fær 13.000 krónur.
Men sambært løgmanni, so skulu fleiri aðrar sparingar gerast. Hann heldur, at talið av tingfólkum skal lækkast til 23 og talið á landsstýrisfólkum lækkast til seks.
Soleiðis kann politiska skipanin spara 10 tingfólkalønir og tríggjar landstýrisfólkalønir.










