Føroyska liðið í innandurakapping fyri parlament tapti báðar dystirnar í innleiðandi umfarinum Løgtingsfólkini, Karsten Hansen, John Johannesen, Hans Pauli Strøm, Helgi Abrahamsen, Eyðgunn Samuelsen og Kári P. Højgaard eru løtuni í Moskva og spæla innandurafótbólt í kapping, sum russiska parlamentið, Duman, skipar fyri.
Kappingin er millum parlament í Evropa, og Føroyar eru komnar í bólk C saman við Lettlandi og Ukraina.
? Vit trúðu satt at siga ikki upp á innbjóðingina. Men nú eru vit her og tað er veruligt. Tað hevur verið ein gevandi og góður túrur. Hava spælt tveir dystir. Tann fyrra ímóti Ukraina. Og eg kann siga, at vit eru við fyri at læra, og taptu 7-0 ímóti teimum, og ímóti Lettlandi taptu vit 1-2, staðfestir John Johannesen, løgtingslandsliðleikari.
Føroyska málið gjørdi Hans Pauli Strøm.
Tað er Duman, parlamentið í Russlandi, sum skipar fyri kappingini, og russisku vertirnir rinda bæði uppihald og ferðing. Fyrr í vikuni var upplýst, at orsøkin til at tingfólkini eru farin at spæla fótbólt í Russland, er fyri at hava tað stuttligt og fyri at koma í samband við onnur parlament í Evropa.










