Innkrevjingin hjá Sjónvarpinum fekk mest umrøðu, tá Løgtingið hevði ófráboðaðar fyrispurningar á skránni mikudagin.
Tingmaður Javnaðarfloksins, Kristian Magnussen, vildi hava landsstýriskvinnuna við mentamálum at svara sær, um hon tók undir við átakinum hjá Sjónvarpi Føroya, har farið verður eftir fleiri hyggjaragjøldum í hvørjum húski.
? Í lógini verður sagt, at einki húski eigur at rinda meira enn eitt sjónvarpsgjald. Tað er síðan strammað upp í eini kunngerð. Øll trúðu, at nú fáa øll bara eitt gjald, men nú verður so farið eftir børnunum. Tað er onga aðrastaðni, at definitiónin er so smøl av einum húski, sigur Kristian Magnussen.
Landsstýriskvinnan við mentamálum, Annita á Fríðriksmørk, veik undan spurningin, um hon tók undir við tiltakinum. Hon segði seg ikki hava havt málið í sinum hondum, men roknaði við, at málið fór at vera tikið upp í sambandi við, at tingfólk fáa høvi at viðgera kringvarpslógina í næstum.
Í so ágangandi
Partamaðurin hjá landsstýriskvinnuni, Jógvan Arge, er formaður í Mentanarnevndini hjá løgtinginum. Hann tykist ikki glaður fyri framferðarháttin hjá Sjónvarpinum.
? Eg havi ikki hugt eftir lógum og reglum, og málið er ikki viðgjørt í Mentanarnevndini, men hetta fyrikemur mær í so ágangandi. Serliga aftaná ta stóru hækkingina, sum varð játtað teimum í fjør. Men annars er hetta eitt fyrisitingarligt mál, sum landsstýriskvinnan eigur at taka upp, sigur Jógvan Arge við Sosialin.
Hann er sjálvur programmleiðari í Útvarpinum, men hann heldur kortini ikki, at skeggið situr ov tætt høkuni í hesum føri.
Tingmenn krevja svar
Fleiri tingmenn tóku harðliga til orðanna í tinginum mikudagin. Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum er fyrrverandi formaður í Mentanarnevndini, kravdi eina upprudding og segði, at Sjónvarp Føroya átti at verið steðgað beinanvegin. Partamaðurin Jákup Mikkelsen, sum áður hevur víst evninum áhuga, sigur somuleiðis, at hetta er púra burturvið.
? Tíðin hevur víst, at vit als einki hava fingið afturfyri, at sjónvarpsgjaldið varð hækkað. Tað er út um alt mark, um Tjóðveldisflokkurin, sum umsitur málsøkið, góðtekur framferðina hjá sjónvarpsstjóranum, og um ikki annað, so eiga vit at steðga hesum í mentanarnevndini, sigur Jákup Mikkelsen, sum er limur í Mentanarnevndini.
*******
FAKTA
Løgtingslóg nr. 22 frá 1998
§ 20. Til Sjónvarp Føroya skal rindast sjónvarpsgjald. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvør skal rinda sjónvarpsgjald, hvørji tól koma undir gjaldsskyldu, og nær gjaldsskyldan byrjar ella heldur uppat. Ongum húski kann verða álagt at rinda meiri enn eitt sjónvarpsgjald