Tingast við Iran í dag

Embætismenn úr seks londum eru í dag í Bagdad og samráðast við umboð fyri stjórnina í Iran um ta iransku kjarnorkuverkætlanina.

Ein talsmaður fyri Altjóða Kjarnorkueftirlitið segði í gjár, at vónir er um at fáa semju við Iran, og sambært eygleiðarum merkir tað, at Iran helst fer at loyva eftirlitinum at senda fólk til landið at kanna kjarnorkuútbúnaðin.

Iran er undir stórum og støðugt veksandi trýsti úr fleiri londum, og trýstið verður uppaftur størri í summar, tá ES-londini steðga øllum oljuinnflutningi úr Iran. Innflutningsbannið hjá ES kemur í gildi tann 1. juli.