Tingast enn við íslendingar

Føroysk skip kunnu fiska 140.940 tons av heildarkvotuni av makreli í ár, sum er 156.240 tons. Av teimum 140.940 tonsunum kunnu 46.850 tons fiskast í ES-sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi.

Føroyska heildarkvotan eftir norðhavssild er sett til 40.000 tons, og aftur í ár eru tað bara nótaskipini, sum fáa eginkvotur, meðan allir aðrir skipabólkar skulu fiska av felagskvotu við hámarki.

Umframt tað av heildakvotuniav makreli, sum er býtt til teir ymsu skipabólkarnar, eru millum annað 6.500 tons av makreli sett av í umbýti við onnur lond, og ery tey ætlað línuskipunum at býta um við botnfisk í íslendskum sjógvi.

Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, sum hevur verið við til samráðingar við íslendsk reiðarí um hesi 6.500 tonsini, sigur støðuna í løtuni vera, at enn er ikki komið á mál við hesum samráðingum.

Hoyr samrøðu við Herálvur Joensen, stjóra í Føroya Reiðarafelag, við at trýsta á pílin undir myndini.