Tingast enn við álopsmannin

Tann 47 ára gamli maðurin, sum stakk ein lækna og tveir sjúkrarøktarfrøðingar á Odense Universitetshospital í dag, sýtir framvegis fyri at koma út úr rúminum, sum hann læsti inni í stutt eftir tilburðin. Løgreglan hevur samband við mannin, og sum skilst ætlar løgreglan at geva bíða, til maðurin velur at geva seg yvir.

Tann 34 ára gamli læknin og annar sjúkrarøktarfrøðingurin, ein 34 ára gomul kvinna, vórðu serliga meint stungin og vóru leingi í lívsvanda, men nú er støðan hjá teimum trygg, verður sagt. Hin sjúkrarøktarfrøðingurin, ein 30 ára gomul kvinna, varð ikki so illa løstað.

Tann 47 ára gamli álopsmaðurin bleiv tvingsilsinnlagdur í gjár.