Tingarbeiði við teldu

Tingformaðurin hevur biðið um tilboð uppá teldur til tingólk, fyri at eggja teimum í størri mun at føra telduna inn í tingarbeiðið

? Hópur av upplýsingum um mangt og hvat, ið kann nýtast í vanliga tingarbeiðinum, finst á internetinum. Tí er teldan eitt ógvuliga hent arbeiðsamboð hjá tingfólki.

Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, heldur internetið vera eitt so týðandi og hent arbeiðsamboð, at tað er neyðugt, at øll tingfólk hava høvi at nýta hetta arbeiðsamboð dagliga. Tí hevur hann biðið teldufyritøkur um tilboð uppá góðar teldur, sum tingfólk í felag kunnu keypa fyri lagaligan prís.


Mugu gjalda sjálvi

Á privata arbeiðsmarknaðinum gerst tað alt meira vanligt, at arbeiðsgevarin útvegar starvsfólkunum teldur. Grundgevingin fyri hesum er, at starvsfólkini gerast meira virkin, tá tey eisini hava møguleika fyri at arbeiða heimanífrá.

Men tingfólk kunnu tó ikki vænta sær, at løgtingið keypir teimum eina teldu í part. Finnbogi Ísakson ásannar, at teldan og ikki minni internetið er ógvuliga hent arbeiðsamboð hjá tingfólkum, men tað er enn ikki vorðin vanlig mannagongd, at almennir arbeiðsgevarar útvega starvsfólkunum teldur, og tí fer løgtigið heldur ikki at gera tað.

Finnbogi Ísakson heldur tó, at málið um ókeypis teldur til tingfólk eigur at viðgerast. Spurningurin er nevniliga, um ein fartelda til hvønn tingsessin hevði gjørt løgtingsarbeiðið meira virki. Harafturat nemur tingformaðurin við spurningin, um tað er rímiligt, at starvsfólk á privata arbeiðsmarknaðinum skulu hava betri sømdir enn til dømis tingfólk.


Løgtingið á internetinum

Løgtingið hevur heimasíðu á internetinum, har øll løgtingsmál, gerðabók løgtingsins, gerðabøkur fyri tingnevndirnar, yvirlit yvir tingfólk og mangt annað er at finna.

Hendan heimasíðan verður nógv vitjað av fjølmiðlum, tingfólkum og samfelagsáhugaðum annars.

Finnbogi Ísakson heldur heimasíðuna hjá løgtinginum vera ógvuliga kærkomna hjá løgtingslimum, og vísir hann á, at til ber hjá tingfólkum at lesa lógaruppskot, gerðabøkur, og finna slóðir til ymiskt annað, ið hevur við tingarbeiði at gera, á hesi heimasíðu. Tí heldur hann tað hava týdning, at tingfólk hava møguleika at sleppa inn á hesa heimasíðu. Og er tað millum annað fyri at betra um hendan møguleikan, at tingformaðurin hevur biðið um tilboð uppá teldur.


Bjóða telduskeið

Tað er eingin loyna, at summir tinglimir ikki eru serliga stinnir í at handfara eina teldu. Tí fingu allir løgtingslimir eftir valið í 1998 høvi at luttaka á telduskeiði. Og sambært tingformanninum vóru tað fleiri, ið tóku við hesum tilboði.

Spurningurin er so, um løgtingsformaðurin enn einaferð ætlar sær at bjóða tingfólkum á telduskeið, nú tey fáa møguleika at útvega sær teldur fyri bíligan penga.

? Tað er als ikki óhugsandi, at løgtingið aftur fer at bjóða tingfólkum at luttaka á telduskeiði. Teldan og internetið eru, sum áður nevnt, ógvuliga hent arbeiðsamboð. Tí haldi eg tá vera neyðugt, at tingfólk í hvussu so er læra seg at brúka eina teldu so mikið væl, at tey duga at brúka internetið.

Finnbogi Ísakson vísir á, at tað ikki bert er løgtingsins heimasíða, sum er áhugaverd í løgtingsarbeiðinum. Hann heldur internetið sum heild hava týdning, tí væl ber til at samskifta gjøgnum internetið, og harafturat kunnu allar hugsandi upplýsingar heintast á internetinum.

Í løtuni hevur hvør einstakur flokkur eina teldu standandi á Gamla Apoteki, so heilt ómøguligt er ikki hjá tingfólkum at sleppa framat einari teldu.

Tilboðini uppá teldur til løgtingslimir verða tingformanninum í hendi 1. desember.