Tinganest á Summar Festival

Tiltikni tónleikabólkurin úr Vágum fer at undirhalda við sínum herligu sangum á Summar Festivalinum í august

Hvør kennir ikki sangir sum Vágagellan, Upp Á Tá og Annan Sang. Og hvør kennir ikki eyðkenda ljóðið hjá bólkinum Tinganest. Teir eru festligir og herligir. Við sjarmerandi vágasoundi og -dialekt løgdu teir Føroyar fyri sínar føtur, og teir eru framvegis framúr, tá tið teir fara á pallin.

 

Tað eru liðin 27 ár, síðani Tinganest kom við sínari fyrstu útgávu, og samanlagt eru tríggjar útgávur umframt ein savsfløga komin frá bólkinum.

 

Teir, sum manna bólkin nú, eru Jóan Jakku Guttesen, Magnus á Stongum,  Finnur J. Jacobsen og Holgar Jacobsen.

 

Nú er tíðin komin, at Tinganest spæla á landsins størsta tónleikatiltaki. Tinganest verða við, tá Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 5. til 7. august.