Allir klassikararnir, onkrir minnið kendir dýrgripir og enntá okkurt nýtt lag var á skránni, tá Tinganest spældi á Listasavninum á Sandi í kvøld.
Føroyameistararnir í Vágasound, Tinganest, fara í pall í Eydnuni á Oyrarbakka, leygardagin 8. mars, har teir saman við nokk best dámda dansibólkinum í løtuni Rox við Signar á Homrum spæla til dans.
Tinganest hava eitt serligt pláss í føroyskari tónleikasøgu, og hvør hevur ikki sungið og vagga við til løg sum Uppá tá, Vágagellan, Annan sang og allar hinar klassikararnar.
Signar í Homrum hevur seinastu tvey árini fingið eitt veruligt comeback, ið ger fyrrverandi Kjølar sangaran til eitt av best dámdu nøvnunum í føroyskum tónleiki í løtuni.
Tí er longu greitt, at hetta verður eitt dansikvøld, har heimagjørdur føroyskur tónleikur eigur sín stóra part í dansiskránni.