Ein broyting er gjørd í skránni fyri Summar Festivalin í dag. Tinganest og
Hamferð, sum bæði spæla í Flags tjaldinum, skifta um pláss.
Hamferð skuldi fara á pallin í Flags klokkan 20, men ístaðin verður tað
Tinganest, sum fer at spæla tá.
Framførslan hjá Hamferð verður so ístaðin á midnátt í Flags tjaldinum.