Tinganes friðað út á 50 metrar

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tikið avgerð um at friða økið rundanum forna tingstað føroyinga á Tinganesi í Havn. Tað sigur hon í tíðindaskrivi í kvøld.

Avgerðin um at friða økið tryggjar, at fornminnini og mentanarumhvørvið í Tinganesi verða vard fyri eftirtíðina, sigur hon.

Økisfriðingin forðar tó ikki fyri útbyggingarætlanum í økinum, men útbyggingar í friðaða økinum skulu góðkennast av fornminnafriðingarmyndugleikunum.

Friðingin fevnir um økið rundanum bygningar og fornminni á Tinganesi, sum vórðu friðað í 1956 og búmerki og onnur jarðfest fornminni, ið eru friðað eftir løgtingslógini um at friða fornminni og bygningar. H

arumframt fevnir friðingin um øki á sjónum, 50 metrar úr landi.

Í tilmælinum til landsstýriskvinnuna, sum avgerðin byggir á, skrivar fornminnisnevndin: ?Tinganes er forni tingstaður føroyinga. Har hevur ting verið hildið í víkingaøld og miðøld, og handil føroyinga við umheimin fyri fríhandilsskipan¬ina, sum kom í lag í 1856, verið miðsavnaður. Saman við friðaðu bygningunum er Tinganes ein estetisk lendisheild, sum er ein týðandi liður í tí føroyska mentanararvin¬um. Fyri at varðveita upplivingina av hesi lendisheild verður skipað fyri økisfriðing kring hana. Endamálið við økisfriðingini er at tryggja, at fornminnini og tað mentanar¬søguliga umhvørvið í framtíðini ikki verða skemmað fysiskt ella estetiskt.?