Hergeir Nielsen, løgtingsmaður
Í tí seinasta notatinum frá 9. jan. 2006 verður leitað eftir øllum hugsandi grundgevingum fyri, hví altjóða samfelagið við vold og makt skuldi kunnast um neyðtøkuna av føroyska samfelagnum, samstundis sum hetta skuldi dyljast løgtinginum.
Upplagt var jú, at løgtingið varð kunnað um hesa fráboðan, tá løgliga grundarlagið var fingið til vega undir sjálvari málsviðgerðini í vár, men so var ikki.
At lata løgtinginum hesa fráboðan undir viðgerðini, hevði sjálvandi elvt til óneyðugan iva og ørkymlan, og tí var frægast at tiga, meðan bundið varð niður á rættini.
Vit hoyrdu lóggevaran Kallsberg siga, at tað hevði nú verið best, um tær føroysku viðmerkingarnar vóru sendar við til ST.
Fær man ikki tað man elskar, ja so elskar man tað man fær, var so radikala íkast hansara í tjóðskaparstríðnum hesuferð.
Í farnu viku hoyrdu vit løgmann siga, at landsstýrið í oktober 2005 fekk at vita, at Danmark fór at senda fráboðanina til ST.
Í gjár segði sami maður útvarpinum, at uttanlandsnevndin fekk hesi tíðindi longu 25. februar 2004.
Hetta er ósatt, og talan er beinleiðis um villleiðandi tíðindi fyri føroyska fólkinum, sum formaðurin í uttanlandsnevndini ikki eigur at hava sitandi á sær.
Nær og hvar landsstýrið fær síni tíðindi vita vit ikki, men uttanlandsnevndin fekk onga fráboðan 25. februar 2004, sum annars var annar dagurin eftir, at formaðurin í uttanlandsnevndini varð varpaður úr landsstýrinum.
Vit eru á einum vegamóti í tjóðaskaparstríðnum. Heimastýrisflokkarnir eru vorðnir fleiri, størri og sterkari, og tað eiga vit at fyrihalda okkum til.
Tað verður lumpað og lirkað sum ongantíð fyrr, og sjálvandi var fráboðanin til ST av stórum uttanlandspolitiskum týdningi, og tí eitt stýrisksipanarligt krav til løgmann, sama hvat frøðingarnir í Nesinum verða trýstir til at siga.
Í eini tjaksending í farnu viku segði løgmaður seg ikki hava góðtikið fráboðanina, hava mótmælt henni, og ikki hava tikið støðu til hana.
Kortini vartaði hann upp við og fegnaðist um hesa somu fráboðan um nýggjársleitið.
Tað hendir seg ferð eftir ferð, at løgmaður rótar stjórnarskipanarligu viðurskifti okkara upp í ein ellibita.
Lógirnar um altjóðarættarligar sáttmálar og yvirtøkulógirnar vóru skrumblaðar ígjøgnum løgtingið á náttartíð, og skilið er hareftir.
Sáttmálin um vørufrælsi við Ísland varð als ikki lagdur fyri uttanlandsnevndina, og upp á fyrispurning hava vit fingið at vita, at løgmaður onga skrivliga tilráðing fekk til hetta brotið á stýrisskipanarlógina.
Hoyvíkssáttmálin er proppfyltur av álvarsligum mistøkum, og sleppur ikki snikkaleysur úr uttanlandsnevndini, og soleiðis kundu vit hildið áfram.
Sami løgmaður, sum vassar í mistøkum fýrdi ikki fyri at taka løgtingsins formansskap av ræði, tá hann undan jólum fyriskipaði einum misáliti á sjálvan formansskapin, og
sostatt eisini á løgtingið sjálvt.
Lúsingarnir til formannin í uttanlandsnevndini taka ongan enda, og nú er tað so løgtingsformaðurin, sum er farin at leggja rygg til.
Hví sambandsflokkurin letur allan hendan ágangin og alla hesa eyðmýkingina móti sær lynda, er ilt at skilja.
Hvussu leingi samgongumenn finna seg í hesum hurlivasanum, vita vit sjálvandi ikki.
Hóast bæði leikur og lærdur mótmælir, so kollrennir løgmaður politisku skipanina ferð eftir ferð við sínum óbúgvnu niðurstøðum.
Tann føroyska tjóðin saknar meira enn nakrantíð stundisligt umhugsni úr erva.
Tað stendur fast, at tað ikki varð kunnað nakrastaðni undir málsviðgerðini, at danska lógin skuldi kunnast ST.
Tvørturímóti, so varð upplýst, at danska lógin og donsku viðmerkingarnar ongan týdning høvdu fyri føroysk viðurskifti.
Heimastýrisflokkarnir løgdu dent á, at man var samdur um at verða ósamdur, og at føroyingar skuldu stýra eftir nýggju føroysku heimastýrislógini - meðan alheimurin hevur fingið eitt annað kort at stýra eftir.
»Góðan morgum, øksaskaft,« plaga danir at siga um tílíkan velling.
hergeir@logting.fo










