Á eykaaðalfundi 14. november varð nýggj nevnd vald í HUXA. Nýggj nevnd var einasta mál á skránni. Tað vóru 18 fólk møtt á fundi og er tað ein munandi størri luttøka enn undanfarin ár. Hanus Samró undanfarin formaður í HUXA, gavst vegna at hann er komin í Løgtingið og vilja vit ynskja honum góða eydnu í starvinum.
Nevndin skipaði seg soleiðis.
Formaður: Rói B Poulsen.
Næstformaður: Guðrun Holm Jacobsen.
Skrivari: Jóhan Eli Poulsen.
Peningarøkil: Helgi Michelsen.
Ábyrgdari fyri marknaðarføring: Rógvi á Lakjuni
Eykalimur: Jóhan Húsgarð.
HUXA, hevur fund aftur komandi mánakvøld hin 21/11-2011 kl 18.00.