Umlegging
Fyri umleið hálvum øðrum ári síðan endaði trolbáturin Tindur í Vestmannna. Báturin var í nógv ár heimahoyrandi á Strondum, har hann varð rikin sum trolbátur.
Tá Dánjal Jacobsen og synir hansara keyptu Tind saman við Bjarna Kass, vórðu troldagarnir tiknir av bátinum, soleiðis at hann einki trolloyvi hevur longur.
Bjarni Kass keypti tveir triðingar av døgunum, og seinasti triðingurin varð fluttur yvir á trolbátin Skálafoss, sum Dánjal Jacobsen eisini er reiðari á.
Á snelluveiði
Dánjal Jacobsen sigur, fyrrverandi trolbáturin av Strondum nú verður riggaður til snelluveiði.
- Vit keyptu línubátin Skørin, sum átti einar 106 línudagar. Skørin er seldur til upphøggingar í Danmark. Hesir umleið 106 línudagarnir kunnu tvífaldast sum snelludagar, og tað merkir, at tá Tindur fer at fiska við snellu, verður dagagrundarlagið undir bátinum góðir 200 fiskidagar.
Reiðarin heldur, at hetta er eitt hampiligt tal hjá einum báti sum Tindi.
Spurdur, um hann væntar, at tað fer at loysa seg at reka Tind á snelluveiði, sigur Dánjal, at tað væntar hann.
- Tað eru ikki so nógvir snellubátar eftir, og eg vænti, at vit hava ein møguleika at fáa raksturin at hanga saman.
Hann vísir á, at veiðan við snellu í fyrsta lagi verður upsi.
- Tindur hevur framhaldandi línuloyvi, men sum er, ætla vit bara at fiska við snellu, leggur hann aftrat.
Enn ein tíð
Dánjal Jacobsen sigur, at tað fer at taka eina tíð enn, áðrenn Tindur verður klárur at loysa og fer á snelluveiði.
- Vit skulu taka trolspøl og annað úr bátinum, sum síðan verður riggaður til snelluveiði.
Hann heldur ikki, at tað er so ógvuliga nógv, sum skal gerast, men væntar kortini ikki, at Tindur loysir enn.
- Vit hava ikki so góðar stundir at gera tað, sum gerast skal, og tí fer tað bara at taka ta tíð, tað tekur, leggur Dánjal aftrat.
Hann sigur, at enn er eingin manning sett til bátin.
- Tindur er nú málaður litin á okkara bátum, og hevur nú sama lit, sum Skálafossur, Vesturbúgvin - og Eyturbúgvin, sigur Dánjal Jacobsen.
Skjótt verður Tindur flotaður, og síðan verður hann riggaður til, meðan hann liggur við bryggju.